Hesir byrja inni ímóti Aserbadjan

Hesir byrja inni ímóti Aserbadjan
Lars Olsen hevur valt teir ellivu spælararnar, sum byrja inni ímóti Aserbadjan
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
17.11.2018 - 09:20

Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Aserbadjan.

Seinasti fundurin hevur verið, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen senda á vøllin frá byrjan.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

Á føroyska miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson Olsen, meðan fremsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen.

UEFA Nations League dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður á olympiska leikvøllinum í Baku, har pláss er fyri umleið 70.000 áskoðarum.

Umleið 20.000 atgongumerkir eru seld sambært fótbóltssambandinum í Aserbadjan. 

Fimm føroyskir áskoðarar eru komnir longu leiðiðna til Aserbadjan at stuðla.

Dysturin millum Aserbadjan og Føroyar byrjar klokkan 17.00. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá klokkan 16.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531