Hall í fíggjarætlan fíggjað við lánum og gjaldføri

Hall í fíggjarætlan fíggjað við lánum og gjaldføri
Sunda kommunu hevur 36 milliónir krónur í halli næsta ár
Fótbóltssambandið letur 400.000 kr. til ljós við vøllin við Margáir í Streymnesi í Sunda kommunu.
 
28.11.2018 - 07:17

Sunda kommuna ætlar at fíggja næsta fíggjarár við millum annað lánum.

Nettoskuldin hjá Sunda kommunu verður 58 mió. kr. við árslok 2019. 

Hallið í fíggjarætlanini fyri næsta ár er 36 mió. kr., og tað verður fíggjað við lántøku og av gjaldførinum hjá kommununi.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti mánadagin endaliga fíggjarætlanina fyri 2019.

Inntøkurnar eru mettar at verða góðar 82,2 mió. kr. 

Íløga til skúla og høll

Raksturin fer at kosta slakar 66 milliónir í 2019, og  52,3 mió, kr. og eru settar av til íløgur.

Størsta íløgan, 41,6 milliónir, fer til nýggja skúlan og ítróttahøllini við Streymin.

Hitt fer til útstykking í Saksun, dagstovnar, karmar til ferðavinnu og ítróttaøkið við Margáir í Steymnesi.

Skattaprocentið í Sunda kommunu verður óbroytt næsta ár, 21,5.

Barnafrádrátturin er 5.000, og dagstovnagjøldini verða tey somu.

Broytingar

Nakrar broytingar vórðu gjørdar í fíggjarætlanini, sum hevði seinni viðgerð mánadagin.

Millum annað hevur kommunan fingið 400.000 kr. frá Fótbóltssambandinum til ljós við vøllin við Margáir.

600.000 kr. verða brúktar til ferðavinnu í Saksun og Tjørnuvík, sum Visit Faroe Islands stuðlar.

Og Bussleiðin kostar góðar 300.000 kr. meira enn fyrr mett.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti eisini at lata góða millión krónur í eykajáttan í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770