Ikki áhuga fyri samstarvi um sukursjúku

Ikki áhuga fyri samstarvi um sukursjúku
Sum nú er ætlar Heilsu- og Innlendismálaráðið ikki at arbeiða víðari við uppskotinum um samstarv við Novo Nordisk-grunnin um viðgerð móti diabetis
Fundur var í Heilsu- og Innlendismálaráðnum um diabetistilboðið 14.juni.
 
07.12.2018 - 07:01

Sum nú er ætlar Heilsu- og Innlendismálaráðið ikki at arbeiða víðari við uppskotinum um samstarv við Novo Nordisk grunnin um viðgerð móti diabetis, sukursjúku, í Føroyum.

Hetta fekk grunnurin at vita frá aðalstjóranum í Heilsu- og Innlendismálaráðnum tann 23.november.

Partarnir høvdu fund í Havn tann 14.juni. Har vóru fýra fólk frá Novo Nordisk grunninum.

Á fundinum vóru eisini Sjúkrahúsverkið og Apoteksverkið.

Tey frá Novo Nordisk grunninum søgdu, sambært fundarfrágreiðingini, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, at ikki var neyðugt, at tey fingu svar úr Føroyum alt fyri eitt.

Tey søgdu eisini, at fundurin 14.juni var á ongan hátt bindandi.

Kunnaði um málið 

Avtalað var á fundinum, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, kunnaði baklandið, sum sagt verður, sjúkrahúsverkið og politikarar um Novo Nordisk grunnin og hvørjir møguleikar kunna fáast við samstarvi.

Síðani verður støða tikin til samstarv.

Tann støðan varð fráboðað grunninum tann 23.november. 

Ikki áhuga

Og hon er, at í løtuni hevur Heilsu- og Innlendismálaráðið ikki áhuga fyri samstarvi við Novo Nordisk grunnin um diabetissjúklingar í Føroyum. 

Novo Nordisk grunnurin vendi sær til Heilsu- og Innlendismálaráðið í apríl í ár.

Síðst í november frættist, at Novo Nordisk grunnurin fer at byggja eina miðstøð fyri diabetes og aðrar lívsstílssjúkur í Grønlandi. 

Verkætlanin er eitt samstarv millum grønlendska landsstýrið og danska grunnin, sum síðstu tvey árini hevur sett seks milliardir krónur av til at byggja Steno Diabetes miðstøðir í donsku landpørtunum, og eisini í Grønlandi og Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424