Avlopið verður størri næsta ár, sigur landsstýrið

Avlopið verður størri næsta ár, sigur landsstýrið
Men óvissa er um veiðigjøldini og Posta, sum skal seljast, er ikki við
Avlopið næsta ár verður størri enn fyrr mett, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita.
 
10.12.2018 - 07:25

Landskassin fær 30,5 mió. kr. meira í inntøkum í 2019.

Tað hevur Fíggjarmálaráðið boðað Fíggjarnevndini frá og biðið hana broyta uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019. 

Avlopið verður 434 mió. kr. í staðin fyri 403 í upprunaliga uppskotinum. 

Størstu broytingar í inntøkunum í 2019 eru, at inntøkurnar frá vanligum landsskatti verða mettar at verða 72 mió. kr. størri, og inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum verða mettar at verða 45,5 mió. kr. minni. 

Óvissa

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ger vart við, at grundarlagið fyri at meta inntøkur frá avgjaldi á fiskatilfeingi framhaldandi er í samsvari við uppskotið um veiðugjaldslóg, sum er til viðgerðar í løgtinginum í løtuni. 

Tað ber ikki til at gera nýggjar metingar, fyrrenn løgtingið hevur avgjørt, hvørji veiðigjøld vera galdandi fyri 2019. 

Hetta merkir sjálvandi, at óvissa er um inntøkurnar í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2019. 

Harumframt er lógaruppskot í løgtinginum um at einskilja Posta. 

Fyri ikki at ávirka prísásetingina á Posta, tað er, hvussu nógv landsstýrið væntar sær av søluni, eru inntøkur frá einskiljingini ikki tiknar við í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019. 

Raksturin í 19

Raksturin hjá landinum fer at kosta 2,9 prosent meira næsta ár enn í ár.

Eitt prosent av teimum 2,9 er lønarvøkstur, sigur landsstýrið í broytingaruppskoti sínum til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019, sum er í Fíggjarnevndini.

Og hálvt prosent stendst av pensjónsnýskipanini, sum inniber størri inngjald frá landinum til Samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, og at pensjón verður løgd afturat øllum lønarlíknandi almannaveitingum. 

Millum broytingarnar eru familjuískoytið, sum er tillagað og betrað, játtan verður veitt til at umsita kortmyndugleikan, sum skal yvirtakast, Hagstovan skal gera hagtøl um tey 17 heimsmálini hjá ST, størri játtan verður latin til at talgilda savnstilfar og Strandfaraskip landsins fáa størri játtan. 

Samstundis eru fleiri játtanir lækkaðar, tí dagførdar metingar eru gjørdar, og fyrisiting og stovnar eru skulu spara. 

Harafturat skulu pengar latast til íløgur í Tekniska skúla í Klaksvík, Hvalastøðina við Áir, bakkaverju í Kirkjubø, Tjóðsavnið og Skótadepilin á Selatrað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493