Bankar eru óansnir við pengum og fáa av at vita

Bankar eru óansnir við pengum og fáa av at vita
12 av 15 smáum og miðalstórum bankum, sum liggja uttanfyri stórbýirnar í Danmark, hava fingið av grovfílini frá Fíggjareftirlitinum
Bankar í Danmark eru ov lagaligir við húsalánum, heldur Fíggjareftirlitið.
 
15.12.2018 - 11:52

12 av 15 smáum og miðalstórum bankum, sum liggja uttanfyri stórbýirnar Keypmannahavnmog Århus, hava fingið av grovfílini frá Fíggjareftirlitinum, tí teir taka ov stóran váða, tá teir veita lán til bústaðir í og uttanfyri Keypmannahavn og Århus.

Fíggjareftirlitið sigur, at bankarnir kappast um at vera við til at fíggja bústaðir í stóru býunum, og teir eru so tráir eftir at veita lán, at teir ikki halda treytirnar fyri útlánsvirksemi, som vórðu settar í gildi í 2016.

Fíggjareftirlitið hevur kannað útlánini hjá 15 bankum, og kanningin vísir, at í fleiri førum er skuldin hjá teimum, sum lána, meira enn fýra ferðir tað sum húskini tjena.

Klára ikki hækking

Og av tí sama klára nógv ikki, at virðið lækkar 10 prosentstig. Og so hava bankarnir eisini lánt fólki pening, sum skylda frammanundan.

Og Fíggjareftirlitið ger samstundis vart við, at talan er um fíggjarstovnar, sum vórðu kannaðir undir fíggjarkreppuni, tá teir eisini høvdu lænt ov nógvar pengar út.

Serfrøðingar siga seg vera ovfarnar av framferðini hjá bankunum, og hóast eingin fíggjarkreppa hóttir í løtuni, so minnir útlánspolitikkurin ikki sørt um, tað sum hendi uppundir fíggjarkreppuna í 2008.

Bankarnir sjálvir eru ikki samdir við Fíggjareftiriltið, og siga at teirra útlánspolitikkur er í lagi, og teir finnast samstundis at, at reglurnar eru ov strangar.

Føroysku peningastovnarnir verða ikki nevndir í kanningini hjá Fíggjareftirlitinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751