2018 tað næstheitasta nakrantíð í Arktis

2018 tað næstheitasta nakrantíð í Arktis
Avleiðingarnar av upphitingini í heiminum hópa seg upp, ávara granskarar í nýggjari kanning, sum júst er kunngjørd
2018 er tað næstheitasta, sum er mátað í Arktis, síðan mátingarnar byrjaði í 1900, staðfestir ein nýggj, amerikansk frágreiðing
Mynd: AP  
 
16.12.2018 - 16:01

Upphitingin í heiminum er við til at hita Arktis upp eftir metstuttari tíð. Upphitingin elvir til stórar broytingar í umhvørvinum á Jørðini.

Soleiðis ljóða nakrar av ávaringinum í nýggjari, amerikanskari frágreiðing, ið varð kunngjørd í vikuni. 2018 er tað næstheitasta, sum er mátað í Arktis, síðan mátingarnar byrjaði í 1900.

Tað staðfestir nýggja, amerikanska kanningin. Frágreiningin staðfestir eisini, at 2018 var árið, har Arktiska Havið var fjalt av næstminstu nøgdini av ísi nakrantíð í søguni.

Avleiðingarnar hópa seg upp

Tilsamans 81 granskarar úr 12 ymiskum londum hava gjørt frágreiðingina, ið er útgivin av umsitingini í USA, ið granskar viðurskiftini í havinum og lofthavinum.

- Úrslitini í kanningini vísa, at avleiðingarnar av støðugu upphitingini blíva við at hópa seg upp. Áhaldandi upphitingin í Arktis hevur við sær stór umhvørvisárin.

- Bæði í mátanum, sum vit høvdu væntað, og eisini uppá ymiskar mátar, sum vit ikki høvdu væntað, ljóðar í nýggju, amerikonsku veðurlagsfrágreiðingini.

Mikroplast eisini ein áhaldandi vandi

Tað kemur eisini fram í kanningini, at hitin í Arktis tey seinastu fimm árini "slær allar mátingar síðan 1900," sum tað stendur orðað í frágreiðingini.

Mikroplast í heimsins høvum er eisini ein umhvørvisvandi í heimsins høvum, staðfesta granskararnir í nýggju kanningini.

- Ein altjóða kanning av plasti í heimsins høvum vísti herfyri, at nøgdin av mikroplasti í havinum við Arktis er hægri enn í nøkrum øðrum havi í heiminum, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533