Undantaksstøðan í Ukraina sett úr gildi

Undantaksstøðan í Ukraina sett úr gildi
Petro Porosjenko, forseti í Ukraina
 
26.12.2018 - 17:45

Hernaðarliga undantaksstøðan, sum varð sett í gildi í pørtum av Ukraina 25. november, í kjalarvørrinum á kreppuni við Russland, fór úr gildi í dag.

Tað boðaði Petro Porosjenko, forseti, landsins trygdarráði frá, skrivar Reuters.

Undantaksstøðan varð sett í gildi, eftir at russiskar deildir skutu eftir ukrainskum herflotaskipum við umstríddu Krim-hálvoynna, sum Russland legði undir seg í 2014.

Russland legði síðani hald á ukrainsku skipini.

Vildu ikki akta

Russar søgdu, at skipini vórðu tikin, tí tey sigldu í russiskum sjógvi, og tey aktaðu ikki boðini um at fara haðani.

Ukrainskir myndugleikar søgdu, at skipini høvdu ikki fyri neyðini at biðja um loyvi at sigla har á leiðini.

Fyrr í hesum mánaðinum segði Porosjenko, forseti, at hann hevði ongar ætlanir um at leingja undantaksloyvið, uttan so at russar lupu á.

Lógin um undantaksstøðu í Ukraina gevur forsetanum víðar heimildir. Hann kann m.a. seta forboð fyri at ganga úti og at skerja pressufrælsið.

Áðrenn ukrainska tingið samtykti undantakslógina, lovaði forsetin, at hann hann ætlaði ikki at skerja frælsið hjá vanliga borgaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457