Kvettroynd í Gabon

Kvettroynd í Gabon
Sambært BBC hevur herurin í oljuríka landinum tikið forsetan av ræði
Soleiðis sá út á landsdekkandi útvarpsstøðini í nátt, tá herurin boðaði fólkinum frá um kvettroyndina
 
07.01.2019 - 07:46

Hernaðarlig kvettroynd hevur verið í afrikanska landinum Gabon í nátt. Sambært BBC tók herurin í nátt ræði í landinum og á útvarpsstøðum, sum í nátt kl 4 sendi fráboðanir út til fólk um kvettroyndina. 

Sama familja hevur sitið á valdinum í afrikanska landinum í hálva øld. Ali Bongo, gjørdist forseti í 2009, men hevur verið uttanlands í tveir mánaðir. Sambært óváttaðum tíðindunum, orsaka av einum hjartatilburði. Sum skilst hevur hann verið innlagdur á sjúkrahús í Marokko síðani í oktober.  

Enn er ógreitt í hvønn mun kvettroyndin er eydnast og hvørjar orsøkirnar eru. Sambært BBC er kvettroyndin  ein roynd at fáa fólkaræði í landinum. Fleiri sjónarváttar boðað í morgum frá, at herurin og hernaðarlig útgerð er at síggja í gøtunum í høvuðsstaðnum Libreville. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204