Krevja 10 ára fongsulsdóm til stjóran í Barclays

Krevja 10 ára fongsulsdóm til stjóran í Barclays
Í hesi vikuni byrjar sakarmálið ímóti fyrrverandi stjóranum í stóra bretska bankanum, Barclays, John Varley.
 
09.01.2019 - 09:20

Sakarmálið er serligt, tí tað er tað fyrsta av sínum slag ímóti einum stjóra í einum altjóða banka. John Varley er ákærdur fyri at hava framt svik, tá fíggjarkreppan herjaði, og ákæruvaldið krevur 10 ára fongsulsrevsing.

Fleiri lond hava fyrr roynt at draga fyrrverandi stjórar til svars fyri sínar gerðir, men higartil er eingin dømdur.

Ein donsk frágreiðing, sum varð gjørd um fíggjarkreppunna, slerdi fast, at leiðslur í bankunum tóku alt ov váðamiklar avgerðir og hugsaðu ikki nóg mikið um tey, sum áttu bankan.

Tá 10 ár vóru liðin í fjør, síðani fíggjarkreppan byrjaði, var framvegis eingin dømdur.

John Varley er saman við trimum øðrum stjórum í Barclays ákærdur fyri at hava fuskað við fíggingini av bankanum undir fíggjarkreppuni í 2008.

Ákæruvaldið sigur seg kunna prógva, at bankin fekk seks milliardir pund, tað er umleið 50 milliardir krónur, frá íleggjarum í Qatar. Sambært ákæruvaldinum skuldu pengarnir nýtast til at stuðla undir bankan, so hann slapp undan almennum pengum, tí tað skuldi skaða bankan.

Tað, sum er ólógligt, er sambært ákæruvaldinum, at bankin afturfyri pengarnar skal hava nýtt 2,5 milliardir krónur til handil við handilsfólk í Qatar. Og hesir handlar vórðu ongantíð almannakunngjørdir. Hvørki fyri marknaðinum ella fyri øðrum íleggjarum.

Somu handlar eru grundarlagið undir einum sivilum sakarmáli ímóti bankanum við kravi um 10 milliardir krónur, sum kemur fyri rættin seinni í ár.

Roknað verður við, at sakarmálið ímóti fyrrverandi stjórunum í Barclays fer at vara í fýra mánaðir.

Allir teir ákærdu nokta seg sekar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650