Rúkandi ósamd enn um kommunuskattin

Rúkandi ósamd enn um kommunuskattin
Stríðið millum Fíggjarmálaráðið og kommunurnar um kommunuskattin er av álvara kyknað uppaftur
Kommurnar siga, at tær missa pengar. Tær missa einki, sigur landsstýrið.
 
11.01.2019 - 07:47

Stríðið millum Fíggjarmálaráðið og kommunurnar er av álvara kyknað uppaftur.

Fíggjarmálaráðið sigur, at Kommunufelagið villleiðir almenningin.

Kommunufelagið sigur, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.

Felagið sigur, at lógir hjá landsstýrinum gera, at kommunurnar hava mist meira enn 50 mió. kr. í 2018 og 2019.

Samstundis sparir landskassin 20 mió. kr. 

Orsøkin er lógin um fyritíðarpensjón, sum er broytt, sigur Kommunufelagið.

Missa einki 

Fíggjarmálaráðið svarar, at nógvar lógir geva kommununum fleiri inntøkur.

Og samanumtikið eiga lógarbroytingar, sum koma úr landsstýrinum, ikki at kosta kommununum nakað, sigur Fíggjarmálaráðið, - tvørturímóti.

Fíggjarmálaráðið sigur eisini, at landsstýrið og onnur aðalráð hava havt nógvar fundir við Kommunufelagið, og nógv samskifti hevur verið millum landsstýrið og felagið.

Uppskot er eisini gjørt um semju millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið, men tað fekk ikki undirtøku í øllum kommunum.

Men Kommunufelagið sigur, at higartil hevur landsstýriskvinnan Kristina Háfoss ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650