Sjey ára fongsulsdóm fyri dráp á littan tannáring

Sjey ára fongsulsdóm fyri dráp á littan tannáring
Ein amerikanskur løgreglumaður varð fríggjadagin dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið ein littan tannáring í 2014
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.01.2019 - 09:47

Ein fyrrverandi løgreglumaður í Chicago er dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið ein littan tannáring í 2014. Tað skrivar Ritzau. 

Tað var um várið í fjør, at løgreglumaðurin, Jason Van Dyke, varð funnin sekur í at hava skotið og dripið ein seytjan ára gamlan drong við sekstan skotum. Fríggjadagin metti eitt nevningating, at talan um var dráp, sum ikki var tilætlað, og løgreglumaðurin varð dømdur 81 mánaðar fongsulsrevsing. 

Dómurin hevur vakt miklan ans í Amerika og hevur enn eina ferð sett sjóneykuna á rasuskilnaðin í Chicago, sum er triðstørsti býurin í Amerika. 

Tað er fyrstu ferð í 50 ár, at ein løgreglumaður í Chicago er dømdur fyri gerningar, sum eru framdar til arbeiðis. Harafturat er tað fyrstu ferð, at ein løgreglumaður í Chicago er dømdur fyri drápið av einum littum persóni, skrivar TV 2.

Løgreglumaðurin skal í minsta lagi sita í fongsul í tvey ár, áðrenn hann hevur møguleika fyri at verða royndarleyslatin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809