Dømdur fyri harðskap og fekk innferðarforboð

Dømdur fyri harðskap og fekk innferðarforboð
Fekk tó treytaðan dóm, tí samfelagstænasta bar ikki til
Treytaður dómur fyri harðskap.
 
15.02.2019 - 07:37

Morgunblaðið visti at siga fyri slakari viku síðani, at ein íslendskur løgreglumaður fekk 50 daga treytaða fongsulsrevsing í Føroyum. 

Maðurin varð dømdur fyri harðskap móti einum øðrum manni, sum eisini er úr Íslandi og var í Føroyum og ferðaðist saman við løgreglumanninum.

Dømdi maðurin fekk eisini forboð fyri at koma til Føroya í trý ár.

Maðurin tók við dóminum hjá Føroya rætti, skrivar Morgunblaðið.

Dómurin

Nú hevur Føroya rættur lagt dómin á heimasíðu sína.

Hendingin var á einum hotelli í Havn leygarnáttina 9.februar. 

Ákærdi maðurin noktaði seg sekan, tí hann segði seg ikki minnast, hvat var hent.

Føroya rættur sigur, at tað er prógvað, at dømdi maðurin gav hinum nevan í hvussu so er tvær ferðir frammaná, so hann fekk skaða í nøsini, og helt jakkan hjá honum fyri andlit hansara.

Samfelagstænasta bar ikki til

Av tí at dømdi maðurin ikki býr í Føroyum, kann hann ikki verða dømdur at gera samfelagstænastu.

Men dómurin er treytaður, sigur rætturin, tí ákærdi og dømdi maðurin varð illa provokeraður og var tí uppøstur.

Tað er tó eigin umbering ella linkandi umstøður, at hann var fullur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327