Fólkakirkjan í vøkstri

Fólkakirkjan í vøkstri
Danska fólkakirkjan er við at fóta sær aftur, eftir at fólk í hópatali hava strikað seg sum lim seinastu árini
 
20.02.2019 - 10:20

Í fjør gjørdust 8.700 fólk limir í fólkakirkjuni. Tað er tað mesta í 12 ár, skrivar danska hagstovan.

Í fjør strikaðu 9.700 seg sum lim í fólkakirkjuni, men tað verður mett sum lítið, serliga samanborið við 2016, tá meir enn 25.000 fólk tóku seg úr kirkjuni.

Eftir stóru útmeldingina tað árið, tóku fólk seg saman í Eysturjútlandi, fyri at fáa fólk at verða verandi limir í kirkjuni. Tey fóru undir átøk, sum vísa seg at hava givið úrslit.

1. januar í ár vóru 75 prosent av dønum limir í fólkakirkjuni. Tað er kortini stórur munur í millum økini. Í Norðurjýllandi eru 87 prosent limir, meðan á Keypmannahavnarleiðini, í Ishøj, eru bert góð 46 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576