Stórsteypadystir verða spældir í dag

Stórsteypadystir verða spældir í dag
So rullar bólturin av álvara aftur, tí í dag eru árligu stórsteypadystirnir á Tórsvølli, og í ár sleppa kvinnurnar eisini upp í part.
 
03.03.2019 - 12:08

Bestu kvinnu- og mansliðini í fótbólti í fjør bresta saman í árligu stórsteypadystunum, sum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club skipa fyri. 

Kvinnurnar spæla klokkan tvey, tá greipuvinnarin EB/Streymi/Skála skal spæla móti HB, sum gjørdist nummar tvey í bæði lands- og steypakappingini.

Klokkan fimm verður dysturin hjá monnunum, og talan verður um ársins fyrsta slag um Havnina, tá HB og B36 fara á vøllin at dystast. Liðini gjørdust ávikavist føroyameistari og steypavinnari í fjør, og verða aftur í ár rokna millum favorittarnar til at vinna føroyameistaraheitið.  

Ágóðin frá stórsteypadystunum fer til sjúklingahotellið í Keypmannahavn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040