Nýggjur heilivágur til fólk við tunglyndi

Nýggjur heilivágur til fólk við tunglyndi
Heilsustjórnin í USA hevur góðkent doyvingarevnið, ketamin, sum heilivág fyri tunglyndi.
 
10.03.2019 - 09:25

Nú hevur heilsustýrið í USA, FDA, góðtikið doyvingarevnið, ketamin, sum heilivág fyri tunglyndi.

Hetta stendur at lesa í eitt nú The New York Times.

Í fleiri ár hevur verið granskað, hvussu ketamin riggar í sambandi viðgerð fyri tunglyndi, og nú er greitt, at ketamin í fleiri førum kann hjálpa fólki at sleppa av við tunglyndi skjótari og meira effektivt, enn við vanligum antidepressivum heilivági.

Eftir ætlan skal nýggja heilivágsevnið marknaðarførast sum næsapístr og fer at bera heitið Sprovato.

Ketamin er annars kent sum doyvingarevni til hestar, og eisini verður tað brúkt sum rúsevni, av tí at evnið kann fáa brúkaran at síggja og hoyra eitthvørt fyri sær.

Men sambært John Mann, sum er professari á psykiatrideildini á Columbia University, kann ketamin veruliga blíva til eitt gjøgnumbrot í royndini at koma tunglyndi til lívs.

Við tíðindastovuna AP vísir professarin á, at ketamin er heilt annarleiðis enn allur annar antidepressivur heilivágur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204