Fleiri dømd fyri brotsverk eftir heimkomu úr IS

Fleiri dømd fyri brotsverk eftir heimkomu úr IS
Triðihvør svenski ríkisborgari, sum hevur verið í parti við Islamskum Stati, er dømdur fyri brotsverk, eftir at teir komu aftur til Svøríki
 
16.03.2019 - 10:24

Ein uppgerð, sum svenska kringvarpið hevur gjørt, eftir at hava fylgt við 41 av teimum 150 monnunum, sum eru komnir heim aftur til Svøríki, vísir, at triðihvør er dømdur fyri brotsverk.

Kanningarnar hjá SVT, vísa, at 13 av monnunum eru dømdir og fongslaðir, eftir at teir komu heim aftur.

Talan er um brotsverk av ymiskum slag, alt frá sviki, hvítting av pengum til rúsevnasølu.

12 av teimum, sum Svenska Sjónvarpið hevur fylgt, eru kvinnur, og eingin av teimum er dømd fyri nakað brotsverk.

Tveir mans eru dømdir lívlanga fongsulsrevsing fyri yvirgang. Prógv vórðu funnin ímóti teimum, tá løgreglan kannaði eina íbúð.
Har fann løgreglan upptøkur, sum vísa, at báðir menninir vóru á mynbdunum, tá tveir aðrir vórðu hálshøgdir í Sýria.

Svenska fregnartænastan, Sepo, vil ikki gera viðmerkingar til upplýsingarnar frá SVT.

Men ein talsmaður fyri løgregluna, sigur, at løgreglan fylgir víðgongdum, sum eru komnir heim aftur, og sum kunnu hugsast at fremja yvirgang.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450