Javnleikurin ímóti Føroyum var eitt vónbrot

Javnleikurin ímóti Føroyum var eitt vónbrot
Fólk á Malta vóru vónbrotin, tá Malta bara fekk javnleik ímóti Føroyum í november í fjør, sigur tíðindamaður
 
20.03.2019 - 08:51

Tá Føroyar spældu ímóti Malta í síðsta dystinum í UEFA Nations League í november stóð nógv upp á spæl.

Liðið sum endaði niðast í bólkinum flutti ein styrkisbólk niður.

Undan dystinum var Føroyar eitt stig frammanfyri Malta, og við 1-1 javnleikinum eydnaðist tað Føroyum at halda sær í næstniðasta styrkisbólkinum.

Føroyar fingu fýra stig í kappingini, meðan Malta við sínum trimum stigum endaði niðast, og tí eisini bleiv styrkismett niðast til EM-undankappingina, sum byrjar leygardagin.

Vónbrot

Gianluca Lia er journalistur hjá blaðnum Times of Malta. Hann sigur við KVF, at bæði miðlarnir í Malta og fjeppararnir vóru vónbrotnir eftir javnleikin ímóti Føroyum.

-UEFA Nations League var ein kapping, har vit spældu ímóti liðum, sum eru á sama støði sum vit ella kanska beint omanfyri, og tí var tað eitt vónbrot, at vit endaðu aftast í bólkinum.

Tað sum órógvaði fólk mest, var ikki sjálvt úrslitið ímóti Føroyum, eitt stig er hóast alt eitt stig. Men tað var mest av øllum avrikið hjá maltesiska liðnum.

Venjarin hevði undan dystinum sagt, at liðið fór at spæla álopsfótbólt og við tí fara eftir sigrinum, sum kundi syrgja fyri, at vit ikki endaðu niðast.

Men soleiðis bleiv tað ikki. Eg vil siga, at ein part av dystinum hevði maltesiska liðið trupulleikar av, at føroyingarnir vóru kropsliga sterkari. 

Vit høvdu kanska fleiri málmøguleikar, men ein hevði kensluna av, at tá føroyska liðið hevði meira at bjóða, tá teir fóru í síni álop.

Tá 20 minuttir vóru eftir tóktist tað sum, at føroyska liðið kundi liva við 1-1 javnleiki.

Men vit leypa ikki á allíkavæl. Tað er ikki fyrr enn tá tíggju minuttir eru eftir, at vit spenna álopsbogan.

Tá flyta vit millum annað annan miðverjan niðan í álopið. Men tað sannførdi ikki meg um, at vit vildu nokk við okkara álopsspæli.

Gianluca Lia frá Times of Malta

Tora ikki at vænta nakað leygardagin

Áhugin fyri maltesiska fótbóltslandsliðnum er stórur í Malta, men tað er langt ímillum snapsirnar.

Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna síðsta sigurin í eini undankapping. Tá vann Malta á Armenia á útivølli.

Gianluca Lia sigur, at fólk eru ivasom undan dystinum ímóti Føroyum leygardagin

-Í løtuni tora maltesisk fótbóltsfólk ikki veruliga at vænta nakað. Um vit nú siga, at hesin dysturin skal vinnast, hvat gera vit so um vit skuldu tapt?

Men tapa vit fyri Føroyum so kemur kritikkur, tað er heilt sikkurt. Soleiðis er maltesiska mentanin, serliga tá tað kemur til fótbólt. 

Venjarin, Ray Farrugia heldur, at Malta kann vinna, og hví skuldi hann ikki tað? 

Tað er ikki so stórur munur á spælarunum hjá Malta og Føroyum, hóast Føroyar hava fleiri spælarar, sum spæla í útlandinum.

Hesaferð hevur hann tikið yngri spælarar við í hópin, sum koma við eldhuga, og tað kann koma óvart á Føroyar at møta onkrum av hesum spælarunum á vøllinum.

Persónliga vænti eg ein javnan dyst, tá hugsað verður um spælbýti og málmøguleikar. Dysturin verður helst avgjørdur av einum einstaklinga avriki.

Tó verður tað trupult fyri okkum, um dysturin verður merktur av nógvum fysiskum spæli, tí har eru føroysku spælararnir sterkari, sigur Gianluca Lia við Kringvarpið.

Fáir spælarar umboða feløg uttanlands

Í maltesiska hópinum, sum er úttikin til dystin ímóti Føroyum, er bara ein spælari, sum ikki dagliga spælir í Malta.

Tað er verjuspælarin, Zach Muscat, sum dagliga spælir í portugisisku triðju deild fyri Olhanense.

Gianluca Lia heldur, at tað er ein trupulleiki fyri landsliðið, at maltesiskir spælarar ikki í nóg stóran mun royna at koma út um Malta at spæla

Ein trupulleiki er, at fótbóltsspælarar á Malta liva ov væl. Her er gott at vera, tú tjenar nógvar pengar og tú ert saman við vinum og familju. Eg haldi, at teir hava trupult við at fara úr sínari komfortsonu.

Og tað er ikki gott, tí tað hevur við sær, at støðið á landsliðnum stendur í stað, og um tú spyr meg, so gongur tað skeiva vegin.

Eg vóni, at teir ungu spælararnir, sum nú fáa møguleikan á A-landsliðnum hjá Malta fara at royna at spæla fyri útlendsk feløg, sigur Gianluca Lia frá Times of Malta.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887