Ísland brúkti royndirnar hjá Føroyum

Ísland brúkti royndirnar hjá Føroyum
Ísland brúkti royndirnar hjá Føroyum, tá gjald varð lagt á alivinnuna í Íslandi
Tilvildarlig mynd
 
29.03.2019 - 10:20

Ísland brúkti royndirnar hjá Føroyum, tá gjald varð lagt á alivinnuna í Íslandi.

Ætlanin var at áseta gjaldið eftir loyvum at ala laks, men farið varð frá tí, og í staðin fyri varð gjald lagt á tað, sum alibrúkini taka.   

Í tí sambandi varð skeitt eftir royndunum hjá Føroyum. 

Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Þór Júlíusson, hevur lagt uppskot fyri altingið um gjald á alivinunna. Gjaldið verður úr hálvum prosentið upp í 3,5 prosent.

Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at funnist hevur verið at mátanum at krevja gjaldið eftir, hvørji loyvi, alibrúkini hava fingið.

Í staðin fyri er gjaldið, sum er í Føroyum, brúkt. 

Lægri gjald í Íslandi

Men uppskotna gjaldið er tó lægri í Íslandi enn í Føroyum.

Orsøkin er, at inntøkuskatturin er lægri í Føroyum, og alivinnan í Íslandi, longu sum er, rindar í umhvørvisgrunnin hjá alivinnuni.   

Føroyska alivinnan hevur góðar dagar, tí hon selur til Russlands, stendur í altingsuppskotinum.


   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609