Noreg fær líknandi skipan sum Føroyar

Noreg fær líknandi skipan sum Føroyar
1. januar komandi skulu norðmenn rinda kringvarpsgjald umvegis skattin
 
31.03.2019 - 10:20

Norski mentamálaráðharrin, Trine Skei Grande, sigur í tíðindaskrivi, at alsamt færri eiga sjónvarpstól, og tí verður kringvarpsgjaldið alsamt minni viðkomandi. Norska stjórnin skjýtur tí upp at strika gjaldið og fíggja Norska Kringvarpið gjøgnum skattin.

Sum er, rindar hvørt húsarhald í Noregi umleið 3.000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi. 

Broytingin er, at nú skal NRK-gjaldið knýtast til persón, ikki húsarhald ella sjónvarpstól, og at øll, sum eru omanfyri ávísan aldur við inntøku skulu rinda NRK-gjald gjøgnum skattin.

Grande sigur, at NRK skal hava serliga ábyrgd at viðgera evni og landafrøðilig øki, sum fáa lítið uppmerksemi.

Stjórin í norska kringvarpinum, Thor Gjermund Eriksen, sigur, at breið semja hevur leingi verið um, at NRK skal hava nýggjan fíggjarleist, so og tað verður lættari at skipa virksemi trygt fram í tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650