Kinesiski forsetin mælir til størri samstarv við USA

Kinesiski forsetin mælir til størri samstarv við USA
Xi Jinping sigur, at Kina og USA skulu vera samstarvsfelagar heldur enn kappingarneytar. Xi er komin til USA á vitjan
Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.09.2026 - 08:15

Forsetin í Kina mælir til samstarv við USA.

- Vit skulu vera samstarvsfelagar heldur enn kappingarneytar, sigur Xi Jinping í skrivligari fráboðan, sum almenna tíðindastovan Xinhua hevur kunngjørt.

Xi leggur afturat, at "kinesarar og amerikanarar hava havt vinarligt samskifti í langa tíð, og áhugamálini eru djúpt samanflættað."

Viðmerkingarnar vórðu almannakunngjørdar stutt eftir, at Xi kom til USA, har Donald Trump, forseti, tók ímóti. 

Forsetarnir báðir skulu hittast í dag. 

Evni, sum verða umrødd, verða væntandi handil, tøkni og vitlíki, og kríggið í Iran.

 

Gleðir seg til orðaskifti

Í fráboðanini sigur Xi Jinping, at hann "gleðir seg til ítøkiligt orðaskifti við Trump, forseta, um stórmál, sum viðvíkja londunum báðum, og um heimsstøðuna."

Xi mælir til samstarv, sum eisini gevur rúmd fyri kapping innan fyri rímiligt mark, og har londini virða ymiskleikar sínar. 

Xi nevnir eisini politiska herrópið hjá Trump: - Maga (Ger Amerika stórsligið aftur), og sigur, at "stóra endurnýggingin hjá Kina og endamálið um at gera Amerika stórt aftur, kunnu ganga saman á leiðini."

Londini skulu saman slóða fyri størri felagskapi, mælir Xi til.

 


(Mynd: Chip Somodevilla/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Fara at røkka málinum

- Eg eri vísur í, at vit kunnu røkka hesum málum. Eg vænti, at við felags átøkum frá báðum pørtum, kunnu vit síggja fruktagóð úrslit av hesi vitjanini, at hon fer at stuðla vælferðini hjá okkara fólki og geva nýggja vón um heimsfrið, sigur Xi í skrivligu fráboðanini.

Stutt eftir, at kinesiski forsetin kom til USA, kom fráboðan um, at steðgurin í handilskrígnum millum tey bæði stórveldini verður longdur í tveir mánaðir.

Steðgurin skuldi vara til 10. november, men verður longdur til 10. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938