May fríggjar til Corbyn

May fríggjar til Corbyn
Theresa May er fyri fyrstu ferð tilreiðar at seta seg saman við andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbyn, at gera uppskot til skilnaðaravtalu
 
03.04.2019 - 17:49

Eftir góðar sjey tímar langan stjórnarfund í gjár, boðaði bretski forsætisráðharirn, Theresa May, frá, at hon fyri fyrstu ferð er tilreiðar at seta seg saman við andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbyn, í eini roynd at snikka eitt uppskot út úr brexit-ruðulleikanum. 

Í beinleiðis sjónvarpsrøðu segði May, at hon eisini fer at heita á ES um at útseta brexit-dagfestingina frá 12. apríl til 22. mai, sum er seinasti dagur, at Bretland kann verða limur í ES uttan at verða við í valinum til ES-tingið.

 >> SÍ EISINI Atkvøddu fyri at steðga brexit uttan avtalu

May vil hava semju við Corbyn um nýggja ætlan fyri brexit, sum bretska parlamentið skal atkvøðu um áðrenn 10. apríl, tá ES-leiðarar aftur hittast til kreppufund um at Bretland fer úr ES.

May hevur gjørt greitt, at eingin broyting verður gjørd í løgfrøðiliga bindandi partinum av hennara skilnaðaravtalu, men at hon søkir semju í politiska partinum av avtaluni, parturin, ið snýr seg um framtíðar samstarvið við ES.

Corbyn fegnast um innbjóðingina og heldur seg hava skyldu at taka av innbjóðingini. Fyrr hevur Corbyn sagt, at skilnaðaravtalan má fevna um permanent tollsamstarv við ES og tryggja arbeiðsfólki rættindi.

Eygleiðarar: Ivasamt um tey kunnu semjast

Eygleiðarar í bretskum miðlum ivast tó í, um May og Corbyn kunnu semjast um nakað, sum parlamentið eisini kann góðtaka. Í hvussu er ikki nóg skjótt.

Nakrir eygleiðarar siga eisini, at hetta er ein máti hjá May at leggja part av ábyrgdini fyri brexit-skipbrotinum á herðarnar hjá Corbyn.

Men semjast tey, so verður helst talan um smidligari uppskot til avtalu, soleiðis sum Corbyn vil hava tað. Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, er í øðini um fundarboðini til Corbyn.

 >> SÍ EISINI Bretar biðja um at útseta Brexit

Johnson sigur seg vera vónbrotnan, tí May, nú í endaspurtinum, er tilreiðar at lata Corbyn fáa ávirkan á endaligu avtaluna við ES, og sostatt lata Brússel fáa valdið á bretskum handilspolitikki og lóggávu.

Spyrst einki burtur úr royndunum hjá May og Corbyn um felags brexitætlan, verða ymiskir brexit-møguleikar lagdir fyri parlamentið at atkvøða um, sigur Theresa May, skrivar Yle.

Hevur bretska parlamentið ikki góðkent skilnaðaravtalu í seinasta lagi fríggjadagin í næstu viku, verður dagfestingin fyri, nær Bretland fer úr ES ikki longd, segði Jean Claude Juncker, formaður í ES-nevndini, í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450