Tjóðveldi: Nú skal loysingin fremjast í verki

Tjóðveldi: Nú skal loysingin fremjast í verki
Samferðslukervið er týdningarmesta amboðið at tryggja, at vælferð og møguleikar koma øllum borgarum til góðar, sigur flokkurin í yvirlýsing 
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
 
07.04.2019 - 10:30

Enn eru øki í landinum, sum ikki fáa sín lut í teimum virðum og tí ríkidømi, ið verður skapt. 

Tað sigur Tjóðveldi í yvirlýsing frá flokstinginum í gjár.

- Vit mugu ásanna, at enn hava ikki allir borgarar í landinum somu møguleikar, hóast teir hava somu rættindi. Hetta mugu vit loysa, stendur í yvirlýsingini.

Samferðslukervi og samhaldsfesti

Samferðslukervið er okkara týdningarmesta amboð at tryggja, at vælferð og møguleikar kunnu koma øllum borgarum til góðar. 

Bara við at bøta um samferðslukervið, eisini til smáplássini, kunnu vit tryggja veruligt samhaldsfesti millum fólk og øki í landinum. 

Tað er ein tjóðaruppgáva at loysa, sigur Tjóðveldi.

Flokkurin sigur, at sum eitt av heimsins ríkastu londum er tað okkara skylda, ikki bara at vera við, men eisini at slóða fyri, tá ið ræður um varandi orku og náttúruvernd.

- Vit vilja seta munandi størri ferð á skiftið til eitt samfelag, sum burturav dúvar upp á varandi orku, og gongur á odda at verja margfeldið í náttúruni, stendur í yvirlýsingini. 

Loysingin

Tjóðveldi sigur, flokkurin fer til løgtinsval við kravi um, at loysingin verður framd í verki. 

Løgregla, rættarskipan og dómsvald skulu yvirtakast, og blokkstuðulin skal niðurlagast, stendur m.a. í yvirlýsingini frá flokstinginum hjá Tjóðveldi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655