Politiskt rok í Grønlandi

Politiskt rok í Grønlandi
Flokkurin Attasut hevur tikið seg úr grønlendska landsstýrinum. Ein landsstýrismaður hevur eisini lagt frá sær
 
09.04.2019 - 16:36

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu-, veiði- og landbúnaðarmálum, Nikkulaat Jeremiassen í Siumut, hevur lagt frá sær. Tað boðaði Kim Kielsen, landsstýrisformaður, frá í landstinginum í dag.

At Attusut tekur seg úr landsstyrinum, ber í sær, at landsstýrismaðurin í vinnu- og orkumálum, Aqqalu Jerimiassen, og landsstýrismaðurin í náttúru- og umhvørvismálum, Siverth K. Heilmann, eisini leggja frá sær.

Misnøgd um samstarvið í landsstýrinum

Í gjár boðaðu Demokratarnir, sum er stuðulsflokkur hjá landsstýrissamgonguni, frá, at teir høvdu ikki álit á Nikkulaat Jeremiassen og Aqqalu Jerimiassen, sum hevur sagt í samrøðu við sermitsiaq.ag, at hann heldur ikki, at veðurlagsbroytingarnar eru elvdar av mannaávum.

Framsøgumaðurin hjá Attasut í landstinginum, Bentiaraq Ottosen, sigur, at flokkurin er misnøgdur við samstarvið í landsstýrinum.

Hann er eisini misnøgdur um, at Kim Kielsen kunngjørdi, at Attasut fer úr landsstýrinum, tí flokkurin hevði ikki ætlað at fara úr landsstýrinum fyrr enn í morgin, og at flokkurin sjálvur átti at boðað frá tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204