Fleiri enn 950 fólk handtikin á mótmælistiltaki

Fleiri enn 950 fólk handtikin á mótmælistiltaki
Felagsskapurin Extinction Rebellion, sum varð stovnaður í Bretlandi í mai í fjør, hevur seinastu vikuna skipað fyri umhvørvismótmælum í London
 
22.04.2019 - 12:07

Fleiri enn 950 fólk eru handtikin seinastu dagarnar, meðan umhvørvismótmæli hava verið í London, og 40 av teimum handtiknu eru ákærd fyri eitt hvørt. Tað skrivar BBC.

Í gjár helt 16 ára gamla Greta Thunberg røðu í Marble Arch, har túsundtals fólk vóru savnað. Svenska Greta Thunberg er heimskend sum umhvørvisaktivistur, og hon hevur skapt eina altjóða rørslu fyri at basa veðurlagsbroytingum. 

Eggja fólki til at halda fram við mótmælunum

Síðani felagsskapurin Extinction Rebellion byrjaði í fjør hava limir millum annað stongt brýr í London, stoytt fleiri spannir av falskum blóði uttanfyri Downing Street, latið seg úr klæðunum í bretska løgtinginum og blokerað BBC.

Greta Thunberg steðgaði í London tveir dagar, og fólk kring allan heimin hava fylgt við ferðini á sosialum miðlum. Í røðuni segði hon millum annað, at politikkarar og fólk við valdi eru sloppin avstað við einki at gera fyri at basa veðurlagskreppuni alt ov leingi. Hon eggjaði eisini fólki til at halda á fram við umhvørvismótmælum, tí tey gera ein mun.

36 ára gamla Cressida Dick, sum er løgreglustjóri í Met Police í London, sigur seg ikki hava upplivað so nógvar handtøkur í einum fyrr. Met Police fekk hjálp frá øðrum løgregluliðum í Onglandi, millum annað City of London Police, og so vóru eisini løgreglufólk úr Kent, Sussex, Essex, Hampshire og Manchester komin til London.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204