477 tónasmiðir fingu 2,4 milliónir frá Koda í fjør

477 tónasmiðir fingu 2,4 milliónir frá Koda í fjør
Helvtin av tí, sum Koda kravdi úr Føroyum í fjør, endaði aftur hjá føroysku tónasmiðjum
 
26.04.2019 - 07:47

Koda rindaði í fjør góðar 2,4 milliónir krónur til 477 tónasmiðir í Føroyum. Felagið, sum umsitur rættindi hjá føroyskum tónasmiðjum, kravdi samstundis slakar 4,8 millónir krónur úr Føroyum í fjør.

Harav góðar tríggjar milliónir krónur komu frá sjónvarpi og útvarpi, góðar 800.000 krónur frá konsertfyriskiparum og slakar 900.000 frá handlum og øðrum, sum nýta tónleik í bakgrundini.

413.000 til tónlistarlig endamál

Helvtin av tí, sum Koda kravdi úr Føroyum, endaði hjá tónasmiðjunum í Føroyum at býta millum sín.

Og áðrenn teir pengarnir verða latnir tónasmiðjum fer ein tíggjundapartur av tí, sum Koda krevur úr Føroyum, í Koda-Føroyar-Grunnin, sum felagið Føroysk Tónaskøld umsitur.

Nevndin fyri Koda-Føroyar-Grunnin býtti í fjør íalt góðar 413.000 krónur til ymisk tónlistarlig endamál í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815