Fleiri milliónir til skúladepilin við Marknagil

bannari
Fleiri milliónir til skúladepilin við Marknagil
Skúladepilin við Marknagil skal nú hava fleiri pengar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur í dag biðið løgtingið um 9,5 milliónir krónur
Nú er aftur brúk fyri pengum til skúladepilin
 
01.05.2019 - 13:25

Skúladepilin við Marknagil skal nú hava fleiri pengar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur í dag biðið løgtingið um 9,5 milliónir krónur til byggingina.

Frammanundan eru 14,4 milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2019. Útreiðslan er útreiðsluneutral, tí pengarnir skulu takast av øðrum játtanum í ár.

Íløgurnar til tjóðleikhúsið minka hálva millión, til Sjóvinnudepilin eina millión, og átta milliónir krónur færri vera at bygga bústovnar fyri í ár.   

Landsverk hevur kannað

Fíggjarmálaráðið sigur, at Landsverk hevur nú kannað tað, sum eftir er at gera á Glasi. Talan er um arbeiði, sum verandi byggileiðsla hevur staðfest ikki eru gjørd og eru til ampa fyri virksemið hjá skúlanum.

Hetta fer at tryggja, stendur í lógaruppskotinum, at alt arbeiði, sum verður mett neyðugt at gera fyri, at skúlin fær endaligt nýtsluloyvið, verður gjørt.

Talan er um økið uttanum, betri høvuðsinngongd og gardinur, sum líva fyri sólarljósi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738