Oddaliðini greiddu sína skyldu

Oddaliðini greiddu sína skyldu
Støðan í oddanum í Betrideildini er óbroytt
 
26.05.2019 - 19:21

KÍ staðfesti sítt pláss sum oddalið, tá teir vunnu greiðan 4-0 sigur á EB/Streymi í dag, B36 vann 4-1 á AB í Gundadali, og í Trongisvági vann TB kærkomnan sigur á ÍF.

Hóast málleysa støðan helt sær tað mesta av fyrra hálvleiki, var ongantíð stórur spenningur í dystinum millum oddaliðið KÍ og EB/Streym.

Patrik Johannesen setti hol á málskjótingina, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og beint áðrenn hálvleik økti Jonn Johannesen til 2-0.

Munurin millum liðini gjørdist uppaftur størri í seinna hálvleiki, tá Darius Lewis og Patrik Johannesen øktu til ávíkavist 3-0 og 4-0.

B36 gjørdi skjótt av í dystinum móti AB, og legði seg á odda 2-0 eftir bert 15 minuttir við málum frá Árna Frederiksberg og Jónas Tór Næs.

Í seinna hálvleiki økti Ragnar Samuelsen til 3-0, áðrenn Bjarki Nielsen minkaði um munin fyri AB.

Nærri komu gestirnir tó ikki, og stutt fyri leiklok slóg Alex Mellemgaard sigurin fastan, tá hann skoraði til endaliga úrslitið, 4-1.

Dysturin millum TB og ÍF sá leingi út til at gerast málleysur, men stutt fyri leiklok eydnaðist tað Stefan Radosavljevic at leggja heimaliðið framum og harvið tryggja TB trý kærkomin stig.

Teir báðir seinastu dystirnir í 11. umfari verða spældir í annaðkvøld, tá Víkingur tekur ímóti HB og NSÍ tekur ímóti Skála.

Støðan:

1.KÍ 11 dystir 26 stig
2.B36 11.dystir 24 stig
3.NSÍ 10 dystir 22 stig
4.Víkingur 10 dystir 20 stig
5.HB 10 dystir 18 stig
6.Skála 10 dystir 15 stig
7.TB 11 dystir 12 stig
8.EB/Streymur 11 dystir 7 stig
9.ÍF 11 dystir 4 stig
10.AB 11 dystir 4 stig

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115