Hallur Hansson hevur longt sáttmálan

Hallur Hansson hevur longt sáttmálan
Hallur Hansson verður verandi AC Horsens spælari
 
04.06.2019 - 09:50

Føroyski landsliðsmiðvallarin, Hallur Hansson, hevur longt sáttmálan við superligufelagið, AC Horsens.

Nýggi sáttmálin er galdandi til árslok í 2021

Hallur Hansson hevur verið millum profilarnar í felagnum, síðan hann kom til AC Horsens úr Vendsyssel í 2016, og nú tekur hann tvey ár afturat í felagnum.

Skal seljast til størri felag

Venjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen, fegnast um, at tað hevur eydnast at leingja sáttmálan við Hall Hansson.

Men hann sigur eisini við heimasíðuna hjá felagnum, at føroyski miðvallarin helst verður seldur til eitt størri felag

-Hallur er ein dugnaligur spælari, og vit skulu øll arbeiða í felag fyri, at hann kann taka næsta stigið, sum er at skriva sáttmála við eitt størri felag, sigur Horsens-venjarin við heimasíðuna hjá AC Horsens.

Hallur Hansson er í føroyska landsliðshópinum sum komandi dagarnar skal spæla EM-undankappingardystir ímóti Spania og Noregi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804