Føroyar og Norra spæla í kvøld

Føroyar og Norra spæla í kvøld
Aftur í kvøld spæla Føroyar undankappingardyst til EM-endaspælið á Tórsvølli, og í kvøld taka vit ímóti Norra.
 
10.06.2019 - 10:17

Tað er í kvøld, at Føroyar og Norra spæla landsdyst í fótbólti á Tórsvølli í undankappingini til EM-endaspælið næsta ár.

Føroyski venjarin, Lars Olsen, váttar, at hann fer at gera einar tvær broytingar á føroyska liðnum í mun til dystin móti Spania fríggjakvøldið. Gitt verður, at Rógvi Baldvinsson loysir av Heina Vatnsdal á miðvøllinum.

Dysturin móti Norra er serligur hjá Rógva Baldvinsson. Hann er uppvaksin í Norra og hevur alla sína fótbóltsuppaling haðani. Hann er kortini føddur í Føroyum og hevur føroysk foreldur. Hann er tí eitt sindur í eini tvístøðu, tí hann kennir seg bæði sum føroying og norðmann.
Rógvi Baldvinsson væntar ein øðrvísi dyst í kvøld enn fríggjakvøldið, men heldur, at vit mugu kortini taka dystin móti Norra í sama álvara sum dystin móti Spania.

Dysturin byrjar klokkan 19.45. Útvarpið byrjar at senda upphiting til dystin klokkan 18.20, og sjónvarpið sendir frá klokkan 19.15. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597