Eldur í norskum skipi

Eldur í norskum skipi
Eldur er í norska oljutangaskipinum Front Altair, sum liggur við bryggju í havnabýnum Fujairah í Sameindu arabisku emiratunum
Eldur er í norska oljutangaskipinum Front Altair, sum liggur við bryggju í havnabýnum Fujairah
Mynd: Savnsmynd (2018)  
 
13.06.2019 - 09:51

Bloomberg veit at siga, at skipið hevði fermt olju í Abu Dhabi. Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið, men shipping-blaðið Tradewinds sigur frá ónevndum keldum, at ein torpedo rakti skipið. 

Norska felagið Frontline, sum eigur oljutangaskipið, sigur, at øll manningin, sum telur 23 fólk, er flutt á eitt annað skip nærindis. Front Altair er skrásett á Marshall-oyggjunum, og eingin av manningini er norðmaður.

Reuters sigur, at eldur er eisini í einum øðrum tangaskipi í Oman-víkini. Skipið eitur Kokuka Courageous, og tað siglir undir Panama-flaggi. 

Sambært Bloomberg rakti eitt álop skipið. Manningin, 21 fólk, er flutt av skipinum. USA sigur, at Iran hevur lopið á skipini, men tað vísa iranskir myndugleikar aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040