Í morgin fær hann tunnilsfrágreiðingina

Í morgin fær hann tunnilsfrágreiðingina
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, fær í morgin, fríggjadagin, frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum, hann setti í mars
 
13.06.2019 - 14:44

Í morgin klokkan 11 fær Heðin Mortensen, landsstýrismaður, frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum, sum hann setti fyrst í mars at kanna og greina møguleikar, fyrimunir og vansar við at gera Suðuroyartunnil.

Samferðslumálaráðið heldur, at tað hevur týdning at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður við Sandoyartunlinum. Tað arbeiðið byrjar nú, liðugt er at bora Eysturoyartunnilin. 

Arbeiðsbólkurin skuldi eisini gera kostnaðarmeting, tíðarætlan og kanna fíggingarmøguleikar. Í løtuni er Suðuroyartunnilin mettur at kosta tríggjar milliardir krónur. Hann verður 22 kilometrar langur.

Níggju fólk í arbeiðsbólkinum

Níggju fólk eru í arbeiðsbólkininum hjá Samferðumálaráðnum. Bergur Poulsen, sum er formaður í nevndini fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar, er formaður í bólkinum. 

Í arbeiðsbólkinum eru annars Armgarð Steinholm, frá Landsverki, Theresa Kreutzmann og Ingibjørg Berg, ráðgevar, Einar Brimnes, verkfrøðingur, Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður, og Barbara Thomsen og Tórir Michelsen, embætisfólk í ávikavist Samferðslumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum. 

500.000 krónur eru játtaðar í ár til forkanningar um Suðuroyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391