Munurin minkar í heilum

Munurin minkar í heilum
Munurin millum innflutning og útflutning í Føroyum er nú farin nakað niður um milliardina
Munurin millum innflutning og útflutning heldur fram at minka
 
19.06.2019 - 12:44

Hann er nú 729 milliónir krónur. Tað er, at útflutt verður fyri 729 milliónir krónur meira enn innflutt verður fyri. Tá er talan um árið frá mai í fjør til apríl í ár.

Munurin var næstan dupult so stórur fyri einum ári síðani. Hann var ein milliard og 316 milliónir krónur frá mai 2017 til apríl 2018. Árið apríl 2018 til mars í ár var munurin ein millard og 34 milliónir krónur. 

Munurin millum innflutning og útflutning minkar tí støðugt. Meira verður innflutt og minni útflutt, sambært hagtølum, sum Hagstovan kunnger.

Brennievnini, til dømis olja, gera stóran mun. Tann innflutningurin vaks 37 prosent frá mai í fjør til apríl í ár, tey prosentini svara til 359 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650