Sekt fyri arbeiðsóhapp

Sekt fyri arbeiðsóhapp
Bakkafrost Processing hevur fingið 20.000 kr. í sektaruppskoti frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fyri at bróta eina kunngerð um arbeiðsumhvørvi
Ein 57 ára gamal maður fekk skaða í aðra hondina og annan armin í einum arbeiðsóhappi á Bakkafrost Processing
 
28.06.2019 - 13:30

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sigur, at Bakkafrost Proceesing hevur ikki hildið sínar skyldur sum arbeiðsgevari. Upprunin er eitt arbeiðsóhapp á Glyvrum 29. desember í 2017, tá eitt flutningsband skuldi setast saman.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sigur, at mannagongdin og framferðin vóru sera ótryggar og høvdu við sær munandi vanda fyri fólkaskaða.

Talan var um eitt sera illa skipað arbeiði, har sum lítil ella eingi verulig atlit eru tikin at arbeiðstrygd, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723