Leingi at bíða hjá gongufólki

Leingi at bíða hjá gongufólki
að verður leingi at bíða hjá teimum, sum vilja ganga í haganum, eftir nýggjum lógum
Nakrir hagar krevja pengar frá teimum, sum vilja ganga í haganum.
 
07.07.2019 - 14:29

Tað verður leingi at bíða hjá teimum, sum vilja ganga í haganum, eftir nýggjum lógum.

Tí lógir skulu gerast og lógir skulu broytast. 

Og tað er lættari sagt enn gjørt.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um reglur fyri at ferðast í náttúruni og um hvørsmansrættin - rættin hjá øllum at ganga í haganum.

Landsstýrið hevur longu gjørt eitt stórt arbeiði, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrið setti millum annað ein arbeiðsbólk, sum fólk úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Løgmansskrivstovuni vóru við í.

Men niðurstøðan hjá tí bólkinum varð skjótt, at nógv viðurskifti mugu kannast og lýsast gjølla, áðrenn til ber at  gera eina lóg um at ganga í haganum.

Og hetta verður drúgvt. 

Arbeiðsbólkurin kom tó við nøkrum bráðfeingistiltøkum, men tey uppskotini hava ikki verið gjørlig at fremja politiskt, sigur Høgni Hoydal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025