Munurin millum keypt og selt minkar

Munurin millum keypt og selt minkar
Munurin millum innflutning og útflutning í Føroyum er farin nakað niður um milliardina
Munurin millum innflutning og útflutning minkar.
 
12.07.2019 - 12:52

Munurin millum innflutning og útflutning í Føroyum er farin nakað niður um milliardina.

Men nú mai er komin aftur at hagtølunum, er munurin tó størri enn hann var.

Frá juni í fjør til mai í ár er útflutt fyri 896 milliónir krónur meira enn frá 2017 til 2018.

Frá mai til apríl var munurin bara 729 milliónir krónur.

Munurin var størri fyri einum ári síðani. Frá juni í 2017 til mai í fjør var hann næstan ein milliard og 200 milliónir krónur.

Meira innflutt

Nú verður meira innflutt og minni útflutt, sambært hagtølum, sum Hagstovan kunnger.

Til 1.juni í ár vaks innflutningurin níggju prosent, góðar 600 milliónir krónur.

Útflutningurin vaks fýra prosent, 317 milliónir.

Fiskaútflutningurin vaks bara trý prosent.

Oljan telur nógv í innflutninginum. Brennievnini vuksu 19 prosent í innflutningstølunum frá juni í fjør til mai í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025