Ov fáir fiskidagar kortini verða bátar fluttir

Ov fáir fiskidagar kortini verða bátar fluttir
Verða 22 útróðrarbátar fluttir úr bólki 5B í bólk 5A, verða 103 bátar í bólki 5A
Fiskivinnuráðið mælir frá at flyta útróðarbátar
 
17.07.2019 - 13:18

Teir fara at hava í miðal 22 fiskidagar tað, sum eftir er av árinum. Nú eru 81 bátar í bólki 5A, og teir hava 35 fisidagar eftir í miðal til nýggjárs.

Millum annað tí tekur Fiskivinnuráðið ikki undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at flyta bátar úr bólki 5B í bólk 5A.

Sambært tí uppskotinum skulu 637 fiskidagar hjá bátunum í bólki 5B skrásetast í bólki 5A. Grundarlagið hjá bátunum í bólki 5A er hótt, sigur Fiskivinnuráðið. 

Er longu linkað

Ráðið sigur eisini, at kunngerðin um býtið millum bólkarnar er longu linkað. Í bólki 5 eru útróðrarbátar, sum eru minni enn 15 tons.

Í bólki 5A eru bátaeigarar, sum hava útróður burturav, sum liva av útróðri. Hinir eru í bólki 5B.

Ummæli og ráðgeving

Lógin um Fiskivinnuráðið sigur, at øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot um lógir og kunngerðir skulu leggjast fyri Fiskivinnuráðið til ummælis. 

Ráðið er ráðgevandi, og landsstýrismanninum nýtist ikki at gera, sum Fiskivinnuráðið mælir til.

Høgni Hoydal ætlaði, at Fiskivinnuráðið viðgjørdi málið sum skundhoyring við teldusamskifti.

Men tá minst ein limur í Fiskivinnuráðnum ikki vildi tað, hevði ráðið skundfund seinnapartin í gjár.

Umsitingarætlan

Umsitingarætlanin fyri fiskidagaskipanina, sum fiskivinnan gjørdi í mai í ár, er eisini ein orsøk til, at Fiskivinnuráðið ikki mælir til at flyta fiskidagar úr bólki 5B í bólk 5A. Umsitingarætlanin skal fyrstu ferð brúkast næsta ár.

Fiskivinnuráðið heldur tað vera týdningarmikið, at fortreytirnar í skipanini ikki verða grundleggjandi broyttar, áðrenn ætlanin fer at virka.

Umsitingarætlanin sigur, at er ein fiskastovnur omanfyri ávíst mark og veiðutrýstið niðanfyri ávíst mark, kann fiskidagatalið vaksa.

Men fiskidagarnir verða færri, um ein stovnur er ov lítil, ella veiðitrýstið er ov stórt. Hetta skal ikki broytast, sigur Fiskivinnuráðið, sum ikki vil gera broytingar nú í bólki 5. Har eru útróðrarbátar, sum eru minni enn 15 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096