Rópa varskó um vælumtókta app

Rópa varskó um vælumtókta app
Appin FaceApp, sum vísir tær, hvussu tú fert at síggja út, tá tú verður gomul, er tikin niður 150 milliónir ferðir seinastu dagarnar
Appin FaceApp, sum umleið 150 milliónir fólk higartil hava tikið niður, virðir ikki krøvini um, at at tað skal vera líka lætt at taka aftur samtykki, sigur fulltrúi
 
18.07.2019 - 12:42

Við at brúka appina FaceApp, loyvir tú sum brúkari eini russiskari fyritøku at brúka myndir tínar á Facebook og navn títt í allar ævir.

Unn Krákustein, fulltrúi í Dátueftirlitinum sigur við útvarpið, at appin ikki er so nógv øðrvísi enn aðrar, men at møguleikarnir fyri at angra, ella taka aftur samtykki til at brúka tínar persónsupplýsingar, eru alt ov vánaligir.

Í USA eru nógv á gosi, nú russiska appin fer um allan heim. Millum annað hevur Chuck Schumer, andstøðuleiari hjá Demokratunum í amerikanska senatinum, sambært BBC, biðið amerikonsku samveldisløgregluna FBI kanna appina.

Hoyr meira í útvarpstíðindunum her.

1304456

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424