Fiskimálaráðið tapti stórt sakarmál

Fiskimálaráðið tapti stórt sakarmál
P/f Northwest Pelagic vann sakarmálið um rættin hjá felagnum at fiska og kann eisini krevja endurgjald úr landskassanum
Norðhavið
 
22.07.2019 - 12:13

Partafelagið Northwest Pelagic vann sakarmálið móti Fiskimálaráðnum um loyvini hjá felagnum at fiska. Fiskimálaráðið er dømt at viðganga, at tað hevur skyldu til at lata Northwest Pelagic endurgjald.

Fiskimálaráðið er eisini dømt at rinda sakarkostnaðin hjá Northwest Pelagic, sum er góðar 750.000 krónur.

Northwest Pelagic stevndi Fiskimálaráðnum, tí felagið í januar í 2016 misti veiðiloyvið og fiskiloyvið. 

Dómurin er 48 síður

Vørn metti, at minnilutaeigarin í felagnum, niðurlendska Jaczon Trawler, stýrdi felagnum. Hesa meting staðfesti Fiskimálaráðið.

Nú skal dómurin hjá Føroya rætti lesast væl og virðiliga, sigur advokaturin hjá Fiskimálaráðnum.

Hann veit ikki enn, um dómurin verður skotin inn fyri Landsrættin. Dómurin er 48 síður. Fiskimálaráðið hevur fýra vikur at avgera, um málið skal roynast í Landsrættinum.

Lógarbrot segði Fiskimálaráðið

Tað var brot á lógina um vinnuligan fiskiskap, sum ásetti, at útlendingar kunnu ikki hava avgerðarrættin í føroysku fiskivinnuni.

Northwest Pelagic boðaði eisini frá endurgjaldskravi móti Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið kravdi frídøming í rættinum.

Jaczon Trawler eigur 30 prosent í Northwest Pelagic, og hevur eisini hevði lænt felagnum 160 millónir krónur. 

Northwest Pelagic eigur uppsjóvarskipið Atlantsfarið, sum til í januar 2016 var skrásett í Miðvági, haðani tað varð selt til Kollafjarðar, og fekk navnið Norðhavið.

Tá misti skipið loyvini at fiska í føroyskum sjógvi. Northtwest Pelagic hevði 8,7 milliónir krónur í halli í fjør.

Rokna við rættindum

Í roknskapinum eru veiðirættindini hjá reiðarínum virðissett til 30 milliónir krónur. Skuldin hjá felagnum var 136 milliónir við árslok 2018.

Smápartafelagið Vita í Kollafirði eigur 70 prosent av Northwest Pelagic. Jaczon Trawler eigur 30 prosent. Eginpeningurin hjá felagnum er negativur, 90,3 milliónir krónur.

Sambært grannskoðara felagins er hann í veruleikanum 120,3 milliónir skeiva vegin. Tí felagið hevur ikki tær 30 milliónirnar, sum fiskirættindini eru sett at vera verd.

Hóast hallið í fjør, heldur felagið, at útlit eru fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini. Norðhavið er leigað einum felagi í Curacao í Karibiahavinum alt hetta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858