Bjargað tá bátur fór at leka

Bjargað tá bátur fór at leka
Sjey fólk vórðu bjargað, tá ein bátur fór at leka í Djúpunum í gjár
Øll sjey fólkini blivu bjargað, tá ein glastrevjabátur fór at leka norðarlaga í Djúpunum undir Kalsoyarlandinum fyrrapartin í gjár
Mynd: vorn.fo  
 
24.07.2019 - 08:10

Øll sjey fólkini blivu bjargað, tá ein 30 føtur langur glastrevjabátur fór at leka norðarlaga í Djúpunum undir Kalsoyarlandinum fyrrapartin í gjár.

Fólkini umborð royndu at oysa við spannum og øðrum, sum var til taks. Báturin hevur eisini tvær elpumpur og hondpumpu.

Vandi var fyri, at báturin fór at søkka

Men trupult var at halda bátin lens, og vandi var fyri, at báturin fór at søkka, sigur MRCC.

Báturin sigldi sjálvur til annan bát, sum var staddur tætt við. Eisini vórðu boð send eftir Brimli, sum var staddur hálvan fimta fjórðing haðani.

Báturin, sum lak, hevði gummibát til átta fólk. Seks fólk fóru í hann, men eigarin bleiv sjálvur verandi umborð á glastrevjabátinum. 

Øll vóru í bjargingarvestum

Øll fólkini vóru í bjargingarvestum. Brimil kom á staðið og setti arbeiðsbátin á sjógv við pumpum og útgerð at tetta lekan við. 

Tey seks fólkini, sum vóru í gummibátinum, fóru umborð á Brimil, og hava tað eftir umstøðunum gott, sigur Sjóbjarginarstøðin, MRCC.

Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar. MRCC upplýsir, at beint áðrenn glastrevjabáturin fór at leka, hoyrdist hvøllur brestur, so helst hevur báturin borið við eitthvørt í sjónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366