Trump náðar sjey

Trump náðar sjey
Hvítu húsini í USA hava náðað og linkað revsingina hjá tilsamans sjey monnum
Í gjár náðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, fimm monnum. Tveir aðrir mans fingu linkað revsingina munandi og verða tí leyslatnir fyrr enn ætlað
 
30.07.2019 - 09:53

Í gjár náðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, fimm monnum. Teir fimm, sum fingu grið, hava longu sitið sínar fongsulsdómar. Teir fáa nú formliga uppreisn úr Hvítu húsunum.

Brotsverkini hjá teimum vórðu framd í áttatiárunum og nítiárunum. Hvítu húsini hava ongar viðmerkingar um, hví menninior eru náðar við afturvirkandi kraft.

Tveir fingið linkað revsingina

Tveir aðrir mans fingu linkað revsingina munandi og verða tí leyslatnir fyrr enn ætlað. Annar teirra, Ted Suhl úr Arkansas, situr fyri mutur og svik, og hin, Ronen Nahmani úr Florida, hevur 20 ára fongsulsrevsing fyri at selja eftirgjørt marijuana.

Donald Trump legði dent á, at Nahmani, sum varð dømdur í 2015, er friðarligur maður við fimm børnum og deyðiliga sjúkari konu, og at hann hartil var órevsaður áðrenn.

 Hesar linnandi umstøðurnar vísa, at vit mugu játta umbøn hansara um grið nú, ljóðar úr Hvítu húsunum.

Obama náðaði 1.927

Trump hevur longu náðað ella linka revsingina hjá 14 fólkum, millum annað nógv umrødda løgregluleiðaranum, Joe Arpaio úr Arizona.

Undanfarni forsetin, Barack Obama, náðaði ella linkaði revsingina hjá 1.927 fólkum, tey átta árini, hann ráddi fyri borgum í USA.

Síðan Harry S. Truman, sum var forseti frá 1945 til 1953, hevur eingin givið so nógvum fólkum grið sum undanmaður Trumps, Barack Obama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325