Forsætisráðharrin vil herða revsingina

Forsætisráðharrin vil herða revsingina
Álvarsom brotsverk skulu revsast harðari, sigur Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri
 
12.08.2019 - 09:41

Í høvuðsheitum er talan um harðskap og kynsligan ágang, sum skulu revsast harðari enn nú, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

Í síni grundgeving, sigur Boris Johnson, at bretskir borgarar ikki hava nóg stórt álit á skipanina í landinum, og tí er umráðandi, at revsingin hóskar til brotsverkið. 

Ætlanir umrøddar í kvøld

– Vit vita øll um brotsmenn, sum antin hava neyðtikið ella dripið, sum sleppa ov tíðliga út úr fongslinum, sigur hann og vísir á, at hetta ikki kann halda fram. 

Í kvøld fer bretski forsætisráðharrin av umrøða sínar ætlanir viðvíkjandi harðari revsing við leiðarar í bretsku løgregluni.

Síðani Boris Johnson tók við sum bretskur forsætisráðharri hava evni sum log og revsing fylt nógv. Men hann hevur bert ein lítlan meiriluta í bretska tinginum, so tað er ikki vist, at hansara ætlanir verða samtyktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576