9.000 fólk burturflutt: Tamarhald mist á eldi

9.000 fólk burturflutt: Tamarhald mist á eldi
Skógareldarnir á feriuoynni, Gran Canaria, breiða seg
Tamarhald er ikki á skógareldum í Gran Canaria og sløkkiarbeiðið er trupult
Mynd: AP  
 
20.08.2019 - 09:31

9.000 fólk á Gran Canaria eru flutt burtur, tí skógareldar breiða seg á feriuoynni. Tamarhald er ikki á eldinum og sløkkiarbeiði er trupult, siga myndugleikarnir.

Eldhavið har norðuri á oynni breiðir seg skjótt í turra vøkstrinum, hitin er oman fyri 30 stig onkustaðni, luftin er turr, og tað hevur verið fitt av vindi.

Síðsti brandurin kyknaði leygardagin í fjallabygdini Tejada, sum liggur hægst á Gran Canaria, og staðið er væl umtókt hjá bæði ferðafólkum og íbúgvum.

 >> SÍ EISINI – Fólk eru eitt sindur bangin

Logarnir eru um at gera av við partar av Tamadaba náttúrulundini, sum er eitt stórt friðað náttúruøki, ið røkkur frá ovastu fjøllum til eysturstrondina. Nátturulundin stendur á listanum hjá Unesco fyri sítt lívfrøðiliga margfeldi.

Nógvir vegir á Gran Canaria eru avbyrgdir av eldibrandinum, sum brannfólkini kalla eitt monstur, skrivar NRK. Fyribils hóttir eldurin ikki tey stóru ferðafólkamálini við strendurnar.

Sambært myndugleikunum á staðnum eru bara fáir turistar fluttir frá hotellum í fjallalendinum og niður til tryggari støð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655