Ógegni í Vinnukærunevndini

Ógegni í Vinnukærunevndini
Vinnukærunevndin noyddist at viðgera ein kæru frá tveimum hummarafiskimonnum av nýggjum
 
22.08.2019 - 12:15

Sólarn og Marni Isaksen, sum hava fiskað hummara í Haraldssundi síðani 1986, kærdu, tí teir sleppa ikki at royna eftir hummara á einum ávísum stað longur.

Av tí at løgfrøðingurin hjá Kærustovninum var ógegnig, mátti Vinnukærunevndin viðgera málið av nýggjum. 

Løgfrøðingurin er svigarinna sakføraran hjá Bakkafrosti, sum hevur kravt og fingið viðhald í, at hummararfiskimenninir skuldu gevast at seta rúsur á fjørðinum, sum er góðkent aliøki hjá Bakkafrosti.

Vóna enn at sleppa útaftur

Sólarn og Marni Isaksen hava framvegis eina vón um at sleppa útaftur í Haraldsund at seta hummararúsir. Tað hava teir gjørt síðani ávikavist 1986 og 1990.

Bakkafrost hevur loyvi at ala í Haraldsundi, men til í ár, hava aliringarnir ligið so langt inni, at hummarafiskararnir hava kunnað sett rúsur longri úti, og fingið fitt burturúr.

Men broytingar á aliøkinum fyrr í ár, høvdu við sær, at Bakkafrost fekk loyvi at fara longur út í sundið við ringunum. Heilsufrøðiliga starvsstovan boðaði í tí sambandi Sólarn og Marni Isaksen frá, at teir skuldu flyta sína hummaraútgerð.

Kærdu men fingu ikki viðhald

Hummarafiskararnir kærdu avgerðina, og kravdu, at Bakkafrost ikki slapp at seta aliútgerð upp longri úti í sundinum, meðan kæran varð viðgjørd í Vinnukærunevndini.

Hummarafiskararnir fingu ikki viðhald í sínum kravi um, at útbyggingar hjá Bakkafrost skulu steðga, meðan kæran varð viðgjørd, og teir fingu samstundis boð um at flyta sína hummaraútgerð burtur haðani Bakkafrost vildi leggja nýggju útgerð sína.

Hesa avgerð tók formaðurin Vinnukærunevndini tann 15. juli í ár. Umboð fyri hummarafiskararnar kærdu avgerðina til Løgtingsins Umboðsmann, tí teir mettu at tann løgfrøðingur, sum vegna Vinnukærunevndina hevði havt malið um hendi, var ógegnig.

Annar løgfrøðingur viðgera málið

Víst varð á, at Beinta Festurstein, løgfrøðingur hjá Kærustovninum, er systir konuna hjá sakføraranum hjá Bakkafrost, Christian Andreasen, og tí ikki eigur at vera partur av málinum.

Løgtingsins umboðsmaður fór síðani til Kærustovnin við gegnisspurninginum. 13. august boðaði Kærustovnurin frá, at málið skuldi viðgerðast í Vinnukærunevndini av nýggjum, við øðrum løgfrøðingi við róðrið.

Kærustovnurin ásannaði, at sambært fyrisitingarligum rætti, var avgerðin ógyldug, tí ein persónur, sum hevði tikið lut í viðgerðini, var ógegnigur.

Tríggir mánaðir kunnu ganga

Boðað varð samstundis frá, at nýggja viðgerðin ikki skuldi hava við sær, at Bakkafrost skuldi steðga við at seta aliútgerð upp.

Tað gekk skjótt at fáa avgreitt málið av nýggjum, og niðurstøðan bleiv tann sama, sum við fyrru málsviðgerðini. Bakkafrost kundi flyta alingina longur út í sundið og hummarafiskararnir skuldu flyta sína útgerð. Málið heldur nú fram í Vinnukærunevndini.

Stjórin fyri Kærustovnin, Anja Hovgaard, sigur við Kringvarpið, at partanir nú skulu hoyrast. Hon dugir ikki at siga, hvussu leingi tað tekur at koma til eina endaliga avgerð. Tað kann ganga skjótt, men tað kunnu eisini ganga tríggir mánaðir, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321