Trump firtin

Trump firtin
Hóast Donald Trump, forseti, hevur avlýst vitjan sína í Danmark, eru bondini millum Danmark og USA framvegis sterk
Donald Trump gjørdist firtin tá Mette Frederiksen segði, at ætlan forsetans um at keypa Grønland var skilaleys
Mynd: AP  
 
22.08.2019 - 14:35

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, tosaði í gjár í telefon við danska starvsbróður sín, Jeppe Kofoed, um møguleikan fyri størri samstarvi millum USA og Danmark í Arktis, eisini um Grønland.

Mike Pompeo rósti sterka sambandinum millum danir og amerikanarar, sigur amerikanska uttanríkisráðið í eini fráboðan.

Danski uttanríkisráðharrin boðin til USA

– Uttanríkisráðharrin takkaði Danmark fyri samstarvið sum sameindi hjá USA, sigur ein talskvinna fyri amerikanska uttanríkisráðið.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, hevur skrivað á Twitter, at hann og Mike Pompeo hava váttað sterku bondini, sum framvegis eru millum Danmark og USA.

Jeppe Koefod sigur í samrøðu við TV2, at hann er boðin til USA á vitjan.

Ætlar sær ikki í orðadrátt

Donald Trump gjørdist firtin, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði, at ætlan forsetans um at keypa Grønland var skilaleys. Tað var eftir øllum at døma orsøkin til, at Donald Trump avlýsti ferð sína til Danmarkar.

– Útsøgnin hjá Mette Frederiksen var andstyggilig og óhóskandi. Hon kundi bara svarað, at hon hevði ongan áhuga fyri málinum, sigur amerikanski forsetin.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at hon ætlar sær ikki í orðadrátt við nakran, heldur ikki amerikanska forsetan, og Grønland stendur ikki á sølulista, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392