Liðið er sett: Vatnsdal í verjuni

Liðið er sett: Vatnsdal í verjuni
Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava gjørt av at gera tríggjar broytingar á liðnum. Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð og Klæmint Olsen byrja inni
 
08.09.2019 - 12:30

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava kunngjørt, hvørjir leikarar skulu taka dystin upp við sponsku heimsstjørnurnr í kvøld.

Gunnar Nielsen verður í mál. Í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen, og í álopinum vera Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð.

Árni Frederiksberg, Rene Shaki Joensen og Hørður Askham byrjaðu inni í dystinum í móti Svøríki, men hava ikki fingið afturval. Síðstnevndi vegna skaða.

Dysturin byrjar klokkan 19.45 og verður hann spældur á Estadio El Molinón í Gijón. Roknað verður við umleið 22.000 áskoðarum til dystin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762