FIFA leggur trýst á Iran

FIFA leggur trýst á Iran
Altjóða fótbóltssamgongan leggur nú trýst á landið, og krevur, at kvinnur eisini skulu vera áskoðarar til HM-undankappingardystir
Um fýra vikur skal Iran spæla heimadyst móti Kambodja í undakappingardysti til heimsmeistaraskapin í Katar í 2022. Tá skal atgongdin hjá kvinnum verða komin upp á pláss
 
13.09.2019 - 08:29

Ein kvinna í Iran doyði í síðstu viku, at eftir hon setti eld á seg sjálva sum mótmæli móti reglunum í Iran um, at kvinnur onga atgongd hava til ítróttarvøllir til mansdystir.

Iranska kvinnan er íðin fótbóltsfjeppari, men síðani 1981 hava kvinnur ikki havt atgongd til kappingar, har menn luttaka.

Í mars í ár avgjørdi kvinnan tí at klæða seg sum mannfólk, - men kvinnan varð avdúkað og fongslað í tríggjar dagar.

FIFA greiða støðu

Rættarmálið var fyri í síðstu viku, men tá tað gjørdist kvinnuni greitt, at hon fór at verða dømd tvey ára fongsul, setti hon eld á seg, skrivar BBC.

Talsmaðurin hjá FIFA, Hans Hultman, harmast tað sum er hent, og sigur, at FIFA leingi hevur lagt trýst á iranska fótbóltssambandið. Tí støðan hjá FIFA er greið: 

Sjálvandi skulu kvinnur eisini hyggja eftir fótbólti, og tað arbeiðir FIFA av øllum alvi fyri, sigur Hans Hultman, talsmaður hjá FIFA.

Tilgongdin drúgv

10. oktober skal Iran spæla heimadyst móti Kambodja í undakappingardysti til heimsmeistaraskapin í Katar í 2022. Tá skal atgongdin hjá kvinnum verða komin upp á pláss, krevur FIFA.

Vit samskifta við iranska fótbóltssambandið, og hava heitt á tað um at bera so í bandi, at kvinnur kunnu síggja undankappingardystirnar, sum verða spældir í oktober. Hetta er drúgv tilgongd at øll kunnu síggja dystirnar, sigur Hultman.

FIFA sendir nú eina nevnd til Iran at kanna, hvussu langt fyrireikingar til HM-undankappingina eru komnar, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815