Seks varafólk tikið sæti á tingi í dag

bannari
17.09.2019 - 15:13
AktueltPolitikkur
Seks varafólk tikið sæti á tingi í dag
Trý úr Fólkaflokkinum, tvey úr Sambandsflokkinum og eitt úr Miðflokkinum
 

Tey seks eru Heðin Zachariasen, Annika Olsen og Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum, Edva Jacobsen og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum og Tordur Niclasen í Miðflokkinum.

Hesi er varafólk hjá Jørgeni Niclasen, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Kaj Leo Holm Johannesen, Helga Abrahamsen og Jenis av Rana, sum eru farin í landsstýrið.

Frammanundan hevur Erhard Joensen tikið sæti á tingi fyri Bárð á Steig Nielsen, løgmann. Bill Justinussen i Miðflokkinum er farin á ST-aðalfund, og fyri hann er Steffan Klein Poulsen, sum er fyrsti varamaður, komin á ting.

Johan Dahl í Sambandsflokkinum er eisini í farloyvi í løtuni, og Jaspur Langgaard, sum er fyrsti varamaður, røkir tingsessin fyri hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646