Virkandi forsætisráðharrin útskrivar snarval

Virkandi forsætisráðharrin útskrivar snarval
Spaniólar skulu á val fyri fjórðu ferð í fýra ár
Virkandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, sleppur royndunum at skipa stjórn
 
18.09.2019 - 08:02

Virkandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, sleppur royndunum at skipa stjórn, og hevur í staðin skrivað út val í ótíð. Valið verður hildið 10. november. Sostatt skulu spaniólar á val aftur fyri fjórðu ferð í fýra ár.

Pedro Sanchez hevur havt samráðingar við flokkin Podemos um fleiri politisk stig fyri at fáa flokkin sum stuðlsflokk hjá stjórnini, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Hevði freist til 23. september

Pedro Sanchez úr sosialistaflokkinum, PSOE, hevur áður sýtt fyri at skipa samgongustjórn við vinstahalla flokkin, Podemos.

Í apríl mánaði vann sosialistaflokkurin hjá Sanchez tjóðartingsvalið, og Sanchez hevur síðani arbeitt fyri at tryggja flokkinum stuðul í spanska tjóðartinginum. 

Tað eydnaðist honum ikki at tryggja flokkinum meirluta í tinginum. Sanchez hevði freist til 23. september til at verða góðkendur sum forsætisráðharri. Hann hevur nú slept hesi ætlan, tí verður val í ótíð í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531