Hægstirættur kemur nú við sínum úrskurði

Hægstirættur kemur nú við sínum úrskurði
11 dómarar skulu taka støðu til, um tað var í stríð við lógina, tá forsætisráðharrin, Boris Johnson, herfyri sendi tingið til hús
 
24.09.2019 - 10:03

Hægstirættur í Bretlandi skal fyrrapartin taka støðu til, um avgerðin hjá Boris Johnson, forsetisráðharra, at senda tingið til hús, er í stríð við lógina.

Verður niðurstøðan, at forsetisráðharrin handlaði uttan lógarheimild, kann parlamentið verða kallað saman aftur beinanvegin, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Virða niðurstøðuna hjá hægstarætti

Stjórnin í Bretlandi sigur, at hon fer at virða niðurstøðuna hjá hægstarætti. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er í løtuni á veðurlagsráðstevnu New York.

Boris Johnson vil ikki útihýsa møguleikanum fyri, at hann fer at gera enn eina roynd at enda tingsetuna, um úrskurðurin hjá hægstarætti ikki fellur í hansara lut.

Sum nú er, kemur tingið í Bretlandi saman aftur 14. oktober, og Bretland fer úr ES 31. oktober uttan nakra avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392