Eldur í skipi: Stúra fyri 200.000 litrum av olju

Eldur í skipi: Stúra fyri 200.000 litrum av olju
Eldur hevur verið í einum russiskum trolara í Tromsø síðani gjáramorgunin
Stóri eldurin umborð á Bukhta Naezdnik hevur sett Tromsø í undantaksstøðu. Myndugleikarnir stúra fyri avleiðingunum, tí 200.000 litrar av olju eru umborð
Mynd: AP  
 
26.09.2019 - 10:31

Russiski trolarin, Bukhta Naezdnik, hevur nú lagt seg á liðina. Eldur kom í trolaran mikudagin, og hann hevur staðið í ljósum loga, meðan hann lá við bryggju í Tromsø. 

Men um 8-tíðina í morgun legði trolarin seg á liðina. Nú rýkur nógv frá trolaranum, sum hevur 200.000 litrar av olju umborð.

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Robin Åsheim Lindberg, sigur við norskar miðlar, at tað rýkur framvegis úr skipinum. Nú verður kannað, um ammoniakkútlát er í roykinum.

Tromsø í undantaksstøðu

Vegir og skúlar eru stongdir, og sjúkrahúsið í Tromsø hevur sett krepputiltøk í verk, og metur støðugt, um neyðugt er at stongja deildir, tí starvsfólk sleppa ikki til arbeiðis orsakað av eldinum.

Flestu vegir til sjúkrahúsið eru stongdir, og størsta avbjóðingin er at fáa fólk til arbieðis, sigur Jørn Resvoll, samskiftisstjóri á sjúkrahúsinum. 

Eldur kom í russiska trolaran fyrrapartin mikudagin, trolarin liggur við bryggju tætt við sjúkrahúsið í Tromsø í Norðurnoregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227